24.10.2018

Fuglafjarðar kommuna framt brot á kappingarlógina í sambandi við loðsflutning og sleipivirksemi

Kappingarráðið tók á fundi tann 11. oktober avgerð um, at Fuglafjarðar kommuna hevur framt brot á §11 í kappingarlógini. Kappingarráðið kann staðfesta, at kommunan hevur forða fyritøku, sum er staðsett uttanfyri kommununa, at veita loðsflutning og sleipitænastur í Fuglafirði, fyri síðani at lata staðbundnari fyritøku hesar uppgávur.

Formaðurin í Kappingarráðnum, Heri Joensen, sigur:

“Fuglafjarðar kommuna hevur brúkt sína monopolstøðu, at forða P/f Faroe Agency í at velja, hvør bátur skal brúkast til loðsflutning og sleip. Ístaðin eru hesar uppgávur tillutaðar einum staðbundnum felagið.

Vit vita frá býráðssamtykt, sum nú er avtikin, at kommunan ynskti, at staðbundna felagið var fyrsta val í sambandi við loðsflutning. Tann framferð, sum byrjaði við hesi samtykt, helt áfram eftir at samtyktin formliga varð avtikin, og tí valdu vit at taka málið upp til viðgerð.

Valdu vit ikki at fara inn í málið var óhepna støðan hon, at ein fyritøka hevði fingið monopol í eini av virknastu havnum í Føroyum. Henda støða kundi skjótt havt við sær, at aðrar kommunur gjørdu eftir sama leisti.

Vónandi fer avgerðin at hava við sær, at ein og hvør, sum hevur ein góðkendan bát, kann gera avtalur við reiðarí um at útinna loðsflutning og sleipitænastur. Havnirnar verða sostatt opnar fyri veitarum úr øllum Føroyum, og vil hetta skapa eina virkna kapping, sum tryggjar lágar prísir, valmøguleikar og menning á økinum.”

Kappingarráðið hevur tikið avgerð um, at Fuglafjarðar kommuna hevur misnýtt sína ráðandi støðu við at forða P/f Faroe Agency at útinna loðsflutning og sleipitænastur í Fuglafirði. Somuleiðis hevur Kappingarráðið tikið avgerð um, at umsitingarliga forðingin, sum var sett í verk mótvegis P/f Faroe Agency, var misnýtsla av ráðandi marknaðarstøðu.

Fuglafjarðar kommuna hevur ført fram, at hon hevur rætt til at velja hvør veitari skal flyta loðsin, tí sambært loðslógini er kommunan loðsstøð og er áløgd eina veitingarskyldu.

Varð forðingin í Fuglafirði ein beinleiðis ella neyðug fylgja av loðsskylduni, so var §11 í kappingarlógini ikki galdandi. Uttanríkis- og vinnumálaráðið varð tí spurt um forðingin, sum Fuglafjarðar kommuna hevur framt, var ein beinleiðis ella neyðug fylgja av áðurnevndu veitingarskyldu. Svarið frá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum var noktandi.

Kappingarráðið tók tí avgerð um, at Fuglafjarðar kommuna hevur framt brot á §11 í kappingarlógini, og hevur givið boð um, at kommunan skal steðga við áðurnevndu forðingum.

Les avgerð frá Kappingarráðnum her

Les fyrispurning og svar frá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum her