frágreiðing um burturkast1.jpg
24.02.2016

Frágreiðing um kapping á marknaðum fyri endurnýtslu

Norðurlendsku kappingareftirlitini hava latið úr hondum frágreiðingina: "Competition in the waste management sector - preparing for a circular economy".

Sirkulerur búskapur er ein hornasteinur í framtíðar búskaparpolitikkinum hjá ES Samveldinum. Málsetningurin er at sleppa burtur frá einum linjurættum búskapi, har rávøran fer til at framleiða vørur sum brúkarin síðani keypir, brúkar og tveitir burtur, til ein búskap sum tekur støði í  umvæling, endurnýtslu og endurnýggjan, og har rávøran sostatt verður brúkt meir enn einaferð.

Ein avleiðing av alheimsgerðini er at kappingin um rávørur er herd munandi. Tað eru tí av stórum týdning, at nýtslan av rávørum er fulldygg. Norðurlendsku kappingarmyndugleikarnir eru av tí áskoðan, at kapping er eitt týðandi amboð til at fremja umlegging til ein nýggjan fulldyggari búskap.

Í frágreiðingini verður staðfest at norðurlendsku londini eru sera ymisk, tá tað kemur til hvussu marknaðirnir fyri endurnýtslu eru skipaðir. Tó kunna øll londini við at fremja broytingar við støði í frágreiðingini, fáa  samfelagsligar ágóðar.

Frágreiðingin kann lesast her.