Frágreiðing um føroyska oljumarknaðin
Kappingareftirlitið hevur gjørt eina frágreiðing um føroyska oljumarknaðin. Kanningin fevnir í stuttum um eina støðumeting av marknaðinum, hví marknaðurin er sum hann er, og seinast um nøkur kappingarfremjandi tiltøk eiga at verða sett í verk.
Niðurstøðurnar í dag eru, at tað nú serliga er á diesel og gassolju, at vinningurin tykist at vera ov høgur.
Kappingarráðið metir, at neyðugt kann verða við átøkum sum varandi broyta kappingina á føroyska oljumarknaðinum. Trupulleikin á marknaðinum er, at tað bert eru tvey oljufeløg, og at tey hava verið saman á marknaðinum í nærum 100 ár. Loysnin er at stimbra kappingina við at nýggj feløg koma inn á marknaðin, men til hetta krevst, at tað verður lættari at fáa atgongd til marknaðin.
Frágreðingin kann lesast her