24.04.2023

Fráboðan um yvirtøku – Sp/F Frá 27. Juni 2007 yvirtekur partabrøvini hjá Skel Fjárfestingafélag HF í Sp/F Orkufelagið

Kappingareftirlitið fekk tann 17. apríl 2023 fráboðan um, at Sp/F Frá 27. Juni 2007 hevur gjørt avtalu um at keypa partabrøvini hjá SKEL Fjárfestingafélag HF í Sp/F Orkufelagið, sum svarar til áleið 42% av samlaða partapeninginum í Sp/F Orkufelagið.

Sp/F Orkufelagið eigur allan partapeningin í P/F Magn.

Tað er P/F Palli hjá Mariannu, sum eigur 100 % av partapeninginum í Sp/F Frá 27. Juni 2007.

Talan er um yvirtøku sambært § 13, stk. 1, nr. 2 í kappingarlógini, og tá umsetningurin hjá luttakandi fyritøkum er omanfyri mørkini í § 14, stk. 1, nr. 1, skal Kappingareftirlitið taka støðu til yvirtøkuna.

Møguligar viðmerkingar til yvirtøkuna skulu vera Kappingareftirlitinum í hendi í seinasta lagi týsdagin tann 2. mai 2023.

Samskifti við Kappingareftirlitið er í trúnaði.

Viðmerkingar kunnu sendast til:

Kappingareftirlitið

Postboks 73

FO-110 Tórshavn

Ella umvegis t-post á: kapping@kapping.fo