Fráboðan um yvirtøku - Sp/F Elding yvirtekur Sp/F Power Føroyar
Kappingareftirlitið hevur tann 9. september 2022 fingið fráboðan um, at Sp/F Elding hevur ætlanir um at yvirtaka Sp/F Power Føroyar. Luttakandi fyritøkur reka virksemi innan sølu av hvítvørum, teldum, skermum, fartelefonum og øðrum elektroniskum tólum.
Talan er um yvirtøku sambært § 13, stk. 1, nr. 2 í kappingarlógini, og tá umsetningurin hjá luttakandi fyritøkum er omanfyri mørkini í § 14, stk. 1, nr. 1, skal Kappingareftirlitið taka støðu til yvirtøkuna.
Møguligar viðmerkingar til yvirtøkuna skulu vera Kappingareftirlitinum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 16. september 2022.
Samskifti við Kappingareftirlitið er í trúnaði.
Viðmerkingar kunnu sendast til:
Kappingareftirlitið
Postboks 73
FO-110 Tórshavn
Ella umvegis t-post á: kapping@kapping.fo
Kappingareftirlitið