03.02.2025

Fráboðan um yvirtøku - Per Aarsleff Holding A/S keypir upp til 90% av partapeninginum í P/f Articon

Kappingareftirlitið hevur móttikið eina einfalda fráboðan frá Per Aarsleff Holding A/S, um at felagið keypir upp til 90% av partapeninginum í P/f Articon. 

 

Partarnar eru av tí fatan, at transaktiónin er umfata av ásetingunum um samanleggingareftirlitið í kappingarlógina, har ein yvirtøkan ikki kann fremjast uttan góðkenning frá Kappingareftirlitinum, sbrt. § 15, stk. 5, í kappingarlógini. 

 

Per Aarsleff Holding A/S er eitt samtak við høvuðssæti í Danmark, sum fæst við bygging. Samtakið átekur sær ymiskar uppgávur innan bygging, har tað í Føroyum serliga hevur verið endurnýggjan av kloakkum. Meira kann lesast um Per Aarsleff Holding A/S samtakið á: www.aarsleff.dk.

 

P/f Articon er ein Føroysk byggifyritøka, sum átekur sær uppgávur innan bygging í breiðari merking. Serliga er tað uppgávur innan jørð-, kloakk-, betongarbeiði, byggibúgving, vega- og havnagerð, fjarhita, timbur- og snikkaraarbeiði eins og ymisk apteringsarbeiði. Meir kann lesast um P/f Articon á: www.articon.fo

 

Møguligar viðmerkingar til yvirtøkuna skulu vera Kappingareftirlitinum í hendi í seinasta lagi mánadagin 10. februar 2025.

 

Samskiftið við Kappingareftirlitið er í trúnaði.

 

Viðmerkingar kunnu sendast til:

Kappingareftirlitið

Postboks 73

FO-110 Tórshavn

Ella umvegis t-post á: kapping@kapping.fo