17.02.2025

Fráboðan um yvirtøku - Netcompany Group A/S yvirtekur SDC A/S

Kappingareftirlitið hevur fingið eina einfalda fráboðan um, at Netcompany Group A/S (Netcompany) yvirtekur SDC A/S (SDC).

 

Partarnir eru av tí fatan, at transaktiónin er fevnd av ásetingini í § 13 í kappingarlógini, har ein yvirtøkan ikki kann fremjast uttan góðkenning frá Kappingareftirlitinum, sbrt. § 15, stk. 5, í kappingarlógini. 

 

SDC er eitt danskt felag, sum veitir heildarloysnir innan KT-loysnir til bankar/fíggjarstovnar í Norðurlondum (Danmark, Svøríki, Noreg, Føroyar og Finnland). SDC er ein KT-depil fyri smáar og miðalstórar fíggjarstovnar í Norðurlondum, við serligum denti á menning, viðlíkahald, rakstur og felags innkeyp av KT-loysnum fyri fíggjargeiran.

 

Netcompany er eitt danskt felag, sum veitir loysnir innan KT-tænastur. Netcompany leggur dent á at veita kritiskar KT-loysnir til stórar almennar og privatar kundar. Netcompany veitir heildarloysnir innan KT-tænastur, har tænasturnar eru strategimenning, útvikling og viðlíkahald og rakstur. Netcompany hevur einki virksemi í Føroyum.

 

Møguligar viðmerkingar til yvirtøkuna skulu vera Kappingareftirlitinum í hendi í seinasta lagi mánadagin 24. februar 2025.

 

Samskiftið við Kappingareftirlitið er í trúnaði.

 

Viðmerkingar kunnu sendast til:

Kappingareftirlitið

Postboks 73

FO-110 Tórshavn

Ella umvegis t-post á: kapping@kapping.fo