06.12.2022

Fráboðan um yvirtøku - Hampiðjan HF yvirtekur Mørenot AS

Kappingareftirlitið hevur tann 6. desember 2022 fingið fráboðan um, at íslendska felagið Hampiðjan HF hevur ætlanir um at yvirtaka norska felagið Mørenot AS.

Feløgini framleiða og selja útgerð til fiski- og alivinnuna.

Feløgini hava í høvuðsheitum virksemi í Norðuratlantshavi, men hava feløgini eisini virksemi aðrastaðni.

Hampiðjan HF eigur P/f Vónin, sum framleiðir fiskireiðskap og aliútgerð.

Talan er um yvirtøku sambært § 13, stk. 1, nr. 2 í kappingarlógini, og tá umsetningurin hjá luttakandi fyritøkum er omanfyri mørkini í § 14, stk. 1, nr. 1, skal Kappingareftirlitið taka støðu til yvirtøkuna.

Møguligar viðmerkingar til yvirtøkuna skulu vera Kappingareftirlitinum í hendi í seinasta lagi týsdagin tann 13. desember 2022.

Samskifti við Kappingareftirlitið er í trúnaði.

Viðmerkingar kunnu sendast til:

Kappingareftirlitið

Postboks 73

FO-110 Tórshavn

Ella umvegis t-post á: kapping@kapping.fo