07.11.2024

Fráboðan um yvirtøku - Hagar hf. keypir allan partapeningin í P/f SMS

Kappingareftirlitið hevur fingið fráboðan um, at Hagar hf. yvirtekur SMS samtakið.

Treytað søluavtala (Heads of Terms) er gjørd millum Sp/f NM Holding, skrás.nr. 4708 og P/f Farcod, skrás.nr. 984, sum eiga allan partapeningin í P/F SMS, um at selja allan partapening felagsins til Íslendska felagið:

Hagar hf.
Reg. no.: 670203-2120
Holtavegi 10
104 Reykjavik lceland

Keyparin, sum er eitt børsskrásett felag í Íslandi, er aktivt á fleiri marknaðum í Íslandi, herundir marknaðinum fyri gerandisvørum (grocery supermarket), men keyparin hevur onki virksemið i Føroyum.

Avtalan inniber, at føroyska felagið verður koyrt víðari í verandi líki.

SMS hevur ognarlutir í hesum feløgum:

• P/F Miðlon, skrás.nr. 5602 – ognarlutur: 100%
• P/F Dvøljan, skrás.nr. 4802 – ognarlutur: 100%
• Sp/f Hair Couture Føroyar, skrás.nr. 6981 – ognarlutur: 75%
• Sp/f Rumbul, skrás.nr. 7259 – ognarlutur: 60%
• Sp/f Omaná, skrás.nr. 7975 – ognarlutur: 50%
• P/F Burn Fitness, skrás.nr. 6333 – ognarlutur: 50%
• P/F Burn Finans, skrás.nr. 6345 – ognarlutur: 50%
• Sp/f Demmus, skrás.nr. 4497 – ognarlutur: 50%
• Sp/f 0410, skrás.nr. 8568 – ognarlutur: 10%

Møguligar viðmerkingar til yvirtøkuna skulu vera Kappingareftirlitinum í hendi í seinasta lagi mánadagin tann 18. november 2024.

Samskiftið við Kappingareftirlitið er í trúnaði.

Viðmerkingar kunnu sendast til:


Kappingareftirlitið
Postboks 73
FO-110 Tórshavn
Ella umvegis t-post á: kapping@kapping.fo