13.10.2023

Fráboðan um yvirtøku - Dagrofa Aps yvirtekur 7 Rema 1000 handlar

Í sambandi við at Aldi Danmark gevst við virksemi sínum í Danmark, hevur felagið avhent 114 dagvøruhandlar í Danmark til Rema 1000 Danmark A/S.

Rema 1000 Danmark A/S hevur síðani avhent 5 av hesum handlum og tveir aðrar, sum Rema 1000 átti frammanundan, til Dagrofa Aps.

Talan er um handlar, sum onga sølu hava til Føroyar, men við tað at Dagrofa Aps hevur eina sølu í Føroyum, sum er hægri enn 75 mió. kr. og við tað, at teir 7 handlarnir tilsamans hava ein umsetning í Danmark, sum er hægri enn 75 mió. kr., skal sølan fráboðast til føroysku kappingarmyndugleikarnar.

Møguligar viðmerkingar til yvirtøkuna skulu vera Kappingareftirlitinum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin tann 27. oktober 2023.

Samskifti við Kappingareftirlitið er í trúnaði.

Viðmerkingar kunnu sendast til:

Kappingareftirlitið

Postboks 73

FO-110 Tórshavn

Ella umvegis t-post á: kapping@kapping.fo