13.09.2017

Fráboðan um yvirtøku

Sp/f Jón Thomasen og P/F Faroe Ship hava avgjørt at stovna nýtt felag, sum skal yvirtaka stórbilaverkstaðið á Hjalla, sum Sp/f Jón Thomasen rekur.

Nýstovnaða felagið kemur at virka á marknaðinum fyri umvæling av stórbilum.

Møguligar viðmerkingar um yvirtøkuna skulu vera Kappingareftirlitinum í hendi í seinasta lagi tann 20. september 2017, kl. 12.

Samskiftið við Kappingareftirlitið er í trúnaði.

Viðmerkingarnar skulu sendast til:

Kappingareftirlitið
Postboks 73
FO-110 Tórshavn

ella umvegis telduspost: kapping@kapping.fo