20.06.2016

Fráboðan um yvirtøku

P/f Poul Hansen hevur tann 9. juni 2016 fráboðað Kappingareftirlitinum, at felagið ynskir at yvirtaka Sp/f Torgið frá Sp/f Toftum.

Talan er um eina yvirtøku eftir §13, stk. 1, nr. 2 í kappingarlógini, og tá umsetningurin hjá pørtunum er omanfyri mørkini í §14, stk. 1, nr. 2 í kappingarlógini, skal Kappingareftirlitið taka støðu til yvirtøkuna.

Sp/f Torgið rekur dagligvøruhandil í Vági. 

Í hesum sambandi verður heitt á feløg og einstaklingar um at koma við viðmerkingum til hesa yvirtøku í seinasta lagi 24. juni 2016.  


Viðmerkingarnar skulu sendast til:

Kappingareftirlitið
Postboks 73
FO-110 Tórshavn

ella umvegis telduspost: kapping@kapping.fo