Fráboðan um yvirtøku
P/f Poul Hansen hevur keypt partabrøvini hjá Sp/f TF Íløgum í P/f Gist & Vist í Tórshavn.
P/f Gist & Vist rekur Hotel Føroyar, Hotel Tórshavn, Kerjalon, Hotel Vágar, umframt matstovuvirksemi í Tórshavn og í Vágum. Harumframt hevur felagið virksemi í sambandi við festivalar, sum eru runt um í Føroyum.
Eftir yvirtøkuna verður partabrævabýti hetta: P/f Poul Hansen (35%), P/f Dvøl (40%), Atlantic Airways (10%), P/f Gist & Vist og leiðandi starvsfólk (15%).
Áðrenn yvirtøkuna hevur P/f Gist & Vist leiga Hotel Føroyar og Hotel Tórshavn, men í sambandi við yvirtøkuna, keypir P/f Gist og Vist hesar ognir frá TF Ognir. Harumframt verður eitt økið, ið liggur uppat Hotel Tórshavn, og sum TF Ognir hevur keypt frá Tórshavnar Kommunu, selt til P/f Gist & Vist.
Møguligar viðmerkingar um yvirtøkuna skulu vera Kappingareftirlitinum í hendi í seinasta lagi tann 13. mai 2015, kl. 12.
Viðmerkingarnar skulu sendast til:
Kappingareftirlitið
Postboks 73
FO-110 Tórshavn
ella umvegis telduspost: kapping@kapping.fo