27.12.2021

Fráboðan um yvirtøku

Kappingareftirlitið hevur tann 21. desember 2021 fingið fráboðan um, at CM Biomass Partners A/S gjøgnum dótturfeløg í USA yvirtekur ræði á Mohegan Renewable Energy (MS), LLC, MRE Jasper, LLC or MRE Crossville, LLC (Target).

Talan er um yvirtøku sambært § 13, stk. 1, nr. 2 í kappingarlógini. Av tí at umsetningurin hjá luttakandi fyritøkum er omanfyri mørkini í § 14, stk. 1, nr. 2, skal Kappingareftirlitið taka støðu til yvirtøkuna.

Í fráboðanini til Kappingareftirlitið verður virksemið hjá luttakandi fyritøkum lýst á henda hátt:

"CM Biomass Partners A/S is an independent provider og physical wood pellets and other biomass products, mainly supplied to European utilities and distributors. CM Biomass is jointly controlled by A/S United Shipping & Trading Company and CM Holding A/S.

Target offers wood pellets made of compressed saw dust and other related industrial clean waste wood products. Target manufactures wood pellets at its plants in Quitman, MS Crossville, AL and Jasper, TN. The wood pellets are supplied to Drax Power FOB Vessel in Mobile, AL, United States."

Hvørki CM Biomass Partners A/S ella (Target) hava virksemi í Føroyum. A/S United Shipping & Trading Company, sum saman við CM Holding A/S hevur felagsræði á CM Biomass Partners A/S, hevur við øðrum dótturfeløgum virksemi í Føroyum, m.a. innan innflutning av oljuúrdráttum.

Møguligar viðmerkingar til yvirtøkuna skulu vera Kappingareftirlitinum í hendi í seinasta lagi 6. januar 2022, kl. 15.

Samskifti við Kappingareftirlitið er í trúnaði.

Viðmerkingar kunnu sendast til:

Kappingareftirlitið

Postboks 73

FO-110 Tórshavn

ella umvegis teldupost á: kapping@kapping.fo

Kappingareftirlitið