01.12.2021

Fráboðan um yvirtøku

Kappingareftirlitið hevur tann 30. november 2021 fingið fráboðan um, at CM Biomass Partners A/S yvirtekur ræði á Ekman Denmark Aps.

Talan er um yvirtøku sambært § 13, stk. 1, nr. 2 í kappingarlógini. Av tí at umsetningurin hjá luttakandi feløgum er omanfyri mørkini í § 14, stk. 1, nr. 2, skal Kappingareftirlitið taka støðu til yvirtøkuna.

Í fráboðan til Kappingareftirlitið verður virksemið hjá luttakandi fyritøkum lýst á henda hátt:

CM Biomass Partners A/S is an independent provider of physical wood pellets and other biomass products, mainly supplied to European utilities and distributors. CM Biomass is jointly controlled by A/S United Shipping & Trading Company and CM Holding A/S.

Ekman Denmark ApS offers wood pellets made of compressed saw dust and other related industrial clean waste wood products. Ekman Denmark ApS manufactures wood pellets at its plant in Vildbjerg near Herning and supplies wood pellets to customers all over Denmark.

Hvørki CM Biomass Partners A/S ella Ekman Denmark ApS hava virksemi í Føroyum. A/S United Shipping & Trading Company, sum saman við CM Holding A/S hevur felagsræði á CM Biomass Partners A/S, hevur við øðrum dótturfeløgum virksemi í Føroyum m.a. innan innflutning av oljuúrdráttum.

Møguligar viðmerkingar til yvirtøkuna skulu vera Kappingareftirlitinum í hendi í seinasta lagi mikudagin 8. desember, kl. 13.00

Samskifti við Kappingareftirlitið er í trúnaði.


Viðmerkingar kunnu sendast til:

Kappingareftirlitið

Postboks 73

FO-110 Tórshavn

Ella umvegis teldupost á: kapping@kapping.fo

Kappingareftirlitið