24.04.2013

Fráboðan um yvirtøku

Kappingareftirlitið hevur fingið fráboðan um, at Norges Gruppen Aps yvirtekur partabrøvini hjá Skandinavisk Holding A/S í Dagrofa A/S.

Yvirtøkan førir við sær, at Norges Gruppen Aps saman við einum núverandi partaeigara, KFI Erhversdrivende Fond, fáa ræðið á Dagrofa A/S.

Fráboðan um yvirtøkuna er send kappingarmyndugleikunum í Danmark, Føroyum og Grønlandi. Yvirtøkan kemur undir fráboðanarskylduna í §16, stk. 1 í Føroyum, tí markvirðini í §14, stk. 2 í kappingarlógini eru nádd.

Dagrofa A/S hevur virksemi innan innkeyp, heil- og smásølu av gerandisvørum í Danmark, Føroyum, Grønlandi og Íslandi.

Norges Gruppen Aps og KFI Erhvervsdrivende Fond hava ikki virksemi í Føroyum.

Møguligar viðmerkingar um yvirtøkuna skulu vera Kappingareftirlitinum í hendi í seinasta lagi tann 6. mai, 2013.

Viðmerkingarnar skulu sendast til:

Kappingareftirlitið
Postboks 73
FO-110 Tórshavn

ella umvegis teldupost: sigurdr@kapping.fo