01.02.2019

Fráboðan um yvirtøku

Kappingareftirlitið hevur tann 24. januar 2019 fingið fráboðan um, at P/f Borg yvirtekur P/f Havnar Timburhandil. P/f Borg og P/f Havnar Timburhandil hava virksemi innan millum annað timbur, innbúgv og amboð. 

Talan er um yvirtøku eftir § 13, stk. 1, nr. 2 í kappingarlógini, og tá umsetningurin hjá pørtunum er omanfyri mørkini í § 14, stk. 1, nr. 1, skal Kappingareftirlitið taka støðu til yvirtøkuna.

Møguligar viðmerkingar til yvirtøkuna skulu vera Kappingareftirlitinum um hendi í seinasta lagi 8. februar 2019, kl. 12.

Samskifti við Kappingareftirlitið er í trúnaði.

Viðmerkingar kunnu sendast til:

Kappingareftirlitið

Postboks 73

FO-110 Tórshavn

Ella umvegis teldupost: kapping@kapping.fo