Fráboðan um yvirtøku
Kappingareftirlitið hevur fingið fráboðan um, at Sp/f Framherji, P/f Varðin og P/f Kimbil hava í umbúna at keypa allan partapeningin í P/f H-Dygd.
P/f H-Dygd framleiðir og selur vindeygu og hurðar úr træði ella plast til føroyska sethúsamarknaðin, og hevur felagið eisini fótað sær uttanlands seinastu tíðina.
Sp/f Framherji og P/f Varðin eiga frammanundan P/f Aluplast, ið framleiðir og selur fasadur, vindeygu og hurðar úr aluminium til vinnulívskundar.
Talan er um eina yvirtøku eftir §13, stk. 1, nr. 2 í kappingarlógini, og tá umsetningurin hjá pørtunum er omanfyri mørkini í §14, stk. 1, nr. 1 í kappingarlógini, skal Kappingareftirlitið taka støðu til yvirtøkuna.
Møguligar viðmerkingar um yvirtøkuna skulu vera Kappingareftirlitinum í hendi í seinasta lagi tann 19. november 2018, kl. 12.
Samskiftið við Kappingareftirlitið er í trúnaði.
Viðmerkingarnar skulu sendast til:
Kappingareftirlitið
Postboks 73
FO-110 Tórshavn
ella umvegis telduspost: kapping@kapping.fo