18.12.2018
Fráboðan um yvirtøku
Kappingareftirlitið hevur fingið fráboðan um, at P/f Borg hevur í umbúnað at keypa P/f Havnar Timburhandil.
P/f Havnar Timburhandil og P/f Borg hava virksemi innan millum annað timbur, innbúgv og amboð. Fyritøkurnar eru limir í XL-byg.
Talan er um eina yvirtøku eftir §13, stk. 1, nr. 2 í kappingarlógini, og tá umsetningurin hjá pørtunum er omanfyri mørkini í §14, stk. 1, nr. 1 í kappingarlógini, skal Kappingareftirlitið taka støðu til yvirtøkuna.
Møguligar viðmerkingar um yvirtøkuna skulu vera Kappingareftirlitinum í hendi í seinasta lagi tann 27. desember 2018, kl. 12.
Samskiftið við Kappingareftirlitið er í trúnaði.
Viðmerkingarnar skulu sendast til:
Kappingareftirlitið
Postboks 73
FO-110 Tórshavn
ella umvegis telduspost: kapping@kapping.fo