03.04.2018

Fráboðan um yvirtøku

Kappingareftirlitið hevur fingið fráboðan um, at P/f Magn ætlar at yvirtaka P/f Demich.

P/f Demich er á marknaðinum fyri hita, ventilatión og sanitet.

Talan er um eina yvirtøku eftir §13, stk. 1, nr. 2 í kappingarlógini, og tá umsetningurin hjá pørtunum er omanfyri mørkini í §14, stk. 1, nr. 2 í kappingarlógini, skal Kappingareftirlitið taka støðu til yvirtøkuna.

Møguligar viðmerkingar um yvirtøkuna skulu vera Kappingareftirlitinum í hendi í seinasta lagi tann 10. apríl 2018, kl. 12.

Samskiftið við Kappingareftirlitið er í trúnaði.

Viðmerkingarnar skulu sendast til:

Kappingareftirlitið
Postboks 73
FO-110 Tórshavn

ella umvegis telduspost: kapping@kapping.fo