06.04.2018

Fráboðan um yvirtøku

P/f Smyril-Line hevur keypt Sp/f OCD

OCD hevur verið høvuðsveitari av flutningsvirksemi á landi hjá Smyril-line.

Ætlanin er ikki, at nøkur broyting skal fara fram í sambandi við yvirtøkuna.

Virksemið fer frameftir at verða rikið frá Saltangará, og við somu stjórn.

Møguligar viðmerkingar um yvirtøkuna skulu vera Kappingareftirlitinum í hendi í seinasta lagi tann 16. apríl 2018, kl. 12.

Samskiftið við Kappingareftirlitið er í trúnaði.

Viðmerkingarnar skulu sendast til:

Kappingareftirlitið
Postboks 73
FO-110 Tórshavn

ella umvegis telduspost: kapping@kapping.fo