23.08.2013
Fráboðan um yvirtøku
Íslendska íløgufelagið SF IV slhf (hereftir SF IV) ætlar at yvirtaka ognarlutin hjá íløgufelagnum Hedda eignarhaldsfelag ehf í P/F Magn. Talan er um 66 % av partapeninginum í P/F Magn. SF IV er eitt nýstovnað íløgufelag, og Stefnir, íløgufelagið stendur á odda fyri keypinum. Íleggjarnir í SF IV eru ymisk íløgufeløg, tryggingar og pensiónsgrunnar. Støtstu eigaranir verða kapitalfeløg umsitin av Stefnir, íleggingarfelagið SÍA II, Lífeyrissjóðurin Starfsmanna ríkisins og Gildi lifeyrissjóður.
Møguligar viðmerkingar um yvirtøkuna skulu vera Kappingareftirlitinum í hendi í seinasta lagi tann 30. august 2013, kl. 12.
Viðmerkingarnar skulu sendast til:
Kappingareftirlitið
Postboks 73
FO-110 Tórshavn
ella umvegis telduspost: sigurdr@kapping.fo