04.03.2015
Fráboðan um yvirtøku
Gunnar Justinussen hevur umvegis felag sítt, sum eitur Sp/f Tinka, saman við P/f Dekksentrinum, stovnað nýtt felag, sum eitur Sp/f VL 43.
Hetta felag, hevur keypt allan partapeningin í P/f Bilasøluni frá verandi eigarum. Gunnar Justinussen eigur frammanundan P/f Wenzel, sum selur bilmerkini Ford og Volvo, og P/f Bilasølan selur merkini VW, Mazda, Audi og Seat.
Møguligar viðmerkingar um yvirtøkuna skulu vera Kappingareftirlitinum í hendi í seinasta lagi tann 12. mars 2014, kl. 12.
Viðmerkingarnar skulu sendast til:
Kappingareftirlitið
Postboks 73
FO-110 Tórshavn
ella umvegis telduspost: kapping@kapping.fo