Fráboðan um samanlegging: (Selfinvest ApS og LLG A/S stovna samvágan Selected Car Group A/S)
Kappingareftirlitið hevur tann 29. mars 2022 fingið fráboðan um, at Selfinvest ApS og LLG A/S hava ætlanir um at samantvinna teirra virksemi innan útleigan av bilum og virksemi í hesum sambandi við at seta á stovn samvágan, Selected Car Group A/S.
Talan er um samanlegging sambært § 13, stk. 2 í kappingarlógini. Av tí at umsetningurin hjá luttakandi fyritøkum er omanfyri mørkini í § 14, stk. 1, nr. 2, skal Kappingareftirlitið taka støðu til samanleggingina.
Í fráboðanini til Kappingareftirlitið verður virksemið hjá luttakandi fyritøkum lýst á henda hátt:
“Selfinvest ApS is the holding company for a diverse group of companies mainly within the area of shipping. Selfinvest has activities within e.g. global risk management, terminal and stevedoring services, freight forwarding, bunker, oil and chemical tankers, and IT.
LLG A/S is under the control of the Brunsborg family controlling a diverse group of companies primarily within the retail sector, including JYSK.
Selfinvest and LLG will transfer their existing leasing activities to Selected Car Group A/S, which primarily relate to the leasing of cars and vans in the luxury segment. In addition, the parties will transfer their existing, marginal activities within sale of used vehicles to Selected Car Group A/S, and Selfinvest will transfer its activities within investment into luxury vehicles.”
Hvørki Selfinvest ApS ella LLG A/S hava virksemi í Føroyum á tí marknaði, sum samvágin viðvíkur. Selfinvest ApS hevur við øðrum dótturfeløgum virksemi í Føroyum m.a. innan innflutning av oljuúrdráttur. Dótturfeløg hjá LLG A/S selja búnýtisvørur til føroyska marknaðin.
Møguligar viðmerkingar til samanleggingina skulu vera Kappingareftirlitinum í hendi í seinasta lagi tann 14. apríl 2022
Samskifti við Kappingareftirlitið er í trúnaði.
Viðmerkingar kunnu sendast til:
Kappingareftirlitið
Postboks 73
FO-110 Tórshavn
ella umvegis teldupost á: kapping@kapping.fo