Fráboðan um samanlegging
Kappingareftirlitið hevur tann 20. apríl 2021 fingið fráboðan um, at avtala er gjørd um at leggja Eftirlønargrunn Havnar Handverkarafelag (EHH) saman við Eftirlønargrunni Føroya Arbeiðarafelag (EFA). Grunnarnir EFA og EHH reka eftirlønarvirksemi.
Við samanleggingini verður øll eftirlønarmongdin hjá EHH og EFA samlað í EFA, ið verður framhaldandi eftirlønargrunnurin.
Samanlagdi grunnurin virkar bert á føroyska marknaðinum og einans limir í viðkomandi fakfeløgum kunnu spara upp í samanlagda gruninum.
Talan er um yvirtøku sambært § 13, stk. 1, nr. 1 í kappingarlógini tí ræðisbroyting fer fram, og tá umsetningurin hjá pørtunum er omanfyri mørkini í § 14, stk. 1, nr. 1 í kappingarlógini, skal Kappingareftirlitið taka støðu til yvirtøkuna.
Møguligar viðmerkingar til yvirtøkuna skulu vera Kappingareftirlitinum í hendi í seinasta lagi 29. apríl 2021, kl. 12.
Samskifti við Kappingareftirlitið er í trúnaði.
Viðmerkingar kunnu sendast til:
Kappingareftirlitið
Postboks 73
FO-110 Tórshavn
Ella umvegis teldupost á: kapping@kapping.fo
Kappingareftirlitið