09.11.2018

Fráboðan um samanlegging

Kappingareftirlitið hevur fingið fráboðan um, at P/f Tjaldur og Sýn hf ætlað at leggja virksemið hjá P/f Hey og P/f Nema saman. P/f Hey er dóttirfelag hjá Sýn hf og Nema er dóttirfelag hjá P/f Tjaldur. Samanleggingin vil skapa eina kt fyritøku við fjølbroyttum sølumarknaði fyri fjarskifti, kt- lutum og tænastum og nýtsluvørum til bæði skrivstovur og privatar brúkarar.

Talan er um eina yvirtøku eftir §13, stk. 1, nr. 1 í kappingarlógini, og tá umsetningurin hjá pørtunum er omanfyri mørkini í §14, stk. 1, nr. 1 í kappingarlógini, skal Kappingareftirlitið taka støðu til yvirtøkuna.

Møguligar viðmerkingar um yvirtøkuna skulu vera Kappingareftirlitinum í hendi í seinasta lagi tann 19. november 2018, kl. 12.

Samskiftið við Kappingareftirlitið er í trúnaði.

Viðmerkingarnar skulu sendast til:

Kappingareftirlitið
Postboks 73
FO-110 Tórshavn

ella umvegis telduspost: kapping@kapping.fo