17.03.2016
Fráboðað yvirtøka
Sp/f Keri hevur í dag fráboðað Kappingareftirlitinum, at felagið ynskir at selja P/f Von til Hampiðjan hf. P/f Von eigur P/f Vónina sum framleiðir og selur trol.
Talan er um eina yvirtøku eftir §13, stk. 1, nr. 2 í kappingarlógini, og tá umsetningurin hjá pørtunum er omanfyri mørkini í §14, stk. 1, nr. 2 í kappingarlógini, skal Kappingareftirlitið taka støðu til yvirtøkuna.
P/f Vónin og Hampiðjan Hf framleiða og selja trol til reiðarí, sum hava virksemi í Norðuratlantshavi.
Í hesum sambandi verður heitt á feløg og einstaklingar um at koma við viðmerkingum til hesa yvirtøku í seinasta lagi 24. mars 2016.
Viðmerkingarnar skulu sendast til:
Kappingareftirlitið
Postboks 73
FO-110 Tórshavn
ella umvegis telduspost: kapping@kapping.fo