30.03.2017

Fjarhitin í Tórshavn er ov dýrur

Fjarhitin frá Fjarhitafelagnum í Tórshavnar kommunu er óneyðuga dýrur, tí prísurin verður ásettur við støði í oljuprísinum heldur enn í teimum kostnaðum, sum felagið hevur av at veita fjarhita. Fylgjan av hesum er, at fjarhitaloysnin er dýrari enn aðrar grønar hitaloysnir, sum til dømis hitapumpa og jarðhiti.

Hetta er ein av niðurstøðunum í frágreiðing, sum Kappingareftirlitið hevur gjørt um Fjarhitafelagið í Havn. Fjarhitafelagið veitir hita til umleið 1000 brúkarar í høvuðsstaðnum. Fjarhitafelagið fær hitan frá Brennistøðini á Hjalla og SEV-verkinum á Sundi og leiðir hann í rørum til brúkararnar. Tórshavnar kommuna og SEV eiga Fjarhitafelagið, sum er eitt partafelag við einum politiskum og ikki handilsligum endamáli.

Upprunaliga – í 1990’unum - var viðtikið millum Tórshavnar kommunu og SEV, at upphiting við fjarhita ongantíð skuldi verða dýrari enn við oljufýring. Trupulleikin er, at hitamarknaðurin sær heilt øðrvísi út í dag enn fyri 20 árum síðani. Í 90’unum vóru bert tvær hitaloysnir, í dag eru fleiri. Týdningurin av hesi viðtøku er tískil burtur.

Somuleiðis setir Kappingareftirlitið spurnartekin við, um upphiting við fjarhita veruliga hevur kostað tað sama sum við olju. Tær útrokningar, sum Kappingareftirlitið hevur gjørt, geva ábendingar um annað.

Í øðrum lagi vísa kanningarnar hjá Kappingareftirlitinum, at fjarhiti uttan iva kundi verið kappingarførur við aðrar hitaloysnir. Treytin er, at prísurin verður settur eftir, hvat tað kostar at framleiða fjarhitan. Hesar kanningar byggja á samanberingar við líknandi feløg í Danmark. Í stuttum vísa samanberingarnar, at meðan prísurin fyri MWt frá Fjarhitafelagnum er millum teir hægstu, so er kostnaðurin hjá Fjarhitafelagnum fyri at framleiða sama MWt kappingarførur.

Kappingareftirlitið heldur, at umstøðurnar hjá kundunum hjá Fjarhitafelagnum eru ótíðarhóskandi. Tað er ikki nøktandi, at ein sethúsaeigari verður álagdur at brúka ávísa hitaloysn, samstundis sum hesin hvørki hevur ávirkan á felagið ella innlit í prísásetingina, og ei heldur rætt at kæra um hesi viðurskifti.

Kappingareftirlitið mælir til at lóggivið verður á fjarhitaøkinum. Ein nýggj lóg eigur at taka støði í, at talan er um grøna orku, sum skal kappast við aðra grøna orku, og at brúkarin eisini kann velja sína egnu hitaloysn. Eisini verður mælt til, at brúkarar fáa ávirkan á felagið og at møguleiki verður at kæra til eitt nú Vinnukærunevndina.

Frágreiðingin kann lesast her

Kappingareftirlitið