16.07.2009

Feløgini Vestlax og Bakkafrost skulu bíða við at fremja samanleggingina

Kappingareftirlitið hevur í dag boða P/f Vestlax Holding og P/f Bakkafrost Holding frá, at fráboðaða samanleggingin av feløgunum ikki skal fremjast, fyrr enn Kappingarráðið hevur tikið støðu í málinum. Eftir at fullfíggja fráboðan fyriliggur, hevur Kappingarráðið í mesta lagi 4 mánaðir at taka støðu í málinum.

Kappingarlógin heimilar Kappingarráðnum at seta forboð ímóti, at ein samanleggingin verður framd fyribils, ella inntil Kappingarráðið er liðugt at kanna málið.

15. juli 2009
Kappingareftirlitið