Einfaldari mannagongdir í samanleggingarmálum
Á fundi í kappingarráðnum tann 9. juli 2008, viðgjørdi Kappingarráðið ásetingarnar í Kappingarlógini §14, stk. 2, nr. 1-3[1], kunngerð nr. 7. frá 13. mars 2008 §§2 & 3[2] og kunngerð nr. 8. frá 13. mars 2008[3].
Kappingarráðið ásannar, at umsitingin av málum um samanleggingar er ov tung og tíðarkrevjandi, tá talan er um samanlegging av smærri fyritøkum. Tvs. samanleggingum av fyritøkum, sum hava ein umsetning, tilsamans minni enn 75 mill. kr.
Tí hevur ráðið avgjørt, at gera mannagongdirnar einklari og viðgerðina av málunum effektivari til gagns fyri samanleggjandi fyritøkurnar.
Í fyrsta lagið verða gjørdar nakrar praktiskar broytingar viðvíkjandi arbeiðsbýtinum millum eftirlitið og ráðið.
Í tí sambandi avgjørdi Kappingarráðið, at Kappingareftirlitið vegna Kappingarráðið skal bólkað fráboðanir um samanlegging, sambært kappingarlógini § 14, stk. 2, nr. 1-3., og somuleiðis at Kappingareftirlitið, sbrt. kunngerð nr. 7 frá 13. mars 2008 §3, vegna Kappingarráðið, skal taka avgerð um samanlegging er fevnd av kappingarlógini §14, stk. 2, nr. 1.
Um samanlegging var fevnd av §14, stk. 2, nr. 1, skal Kappingareftirlitið, sbrt. kunngerð nr. 7 frá 13. mars 2008 §3, vegna Kappingarráðið váttað fyri móttøku av fráboðanini, og boða frá, at fráboða samanleggingin ikki verður viðgjørd, sbrt. kappingarlógini §14, stk. 2, nr. 2 og 3.
Broytingin merkir í stuttum, at Kappingareftirlitið tekur endaliga avgerð í teimum málum um samanlegging, sum kappingareftirlitið ikki metir hava skaðiliga ávirkan á kappingina meðan Kappingarráðið framhaldandi tekur avgerð í teimum størru samanleggingarmálunum, sum eftir lógini skulu viðgerast av Kappingarráðnum smb. § 15 og teimum samanleggingarmálum sum kappingareftirlitið mælir til at ikka at góðkenna uttan nakað, men skulu treytast ella sýtast.
Ætlanin er fyri ársbyrjan 2009 at endurskoðað fráboðanarskjølini fyri samanleggingar, við tí endamáli at gera umsitingarligu byrðuna hjá smærri fyritøkum í smb. við samanleggingar lættari.
Kappingareftirlitið, tann 15. juli 2008
_________________
[1] Løgtingslóg nr. 35 frá 3.mai 2007 um kapping, sum broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008
[2] Kunngerð nr. 7 frá 13. mars 2008 um virksemið hjá Kappingareftirlitiðnum
[3] Kunngerð nr. 8 frá 13. mars 2008 um starvs- og fundarskipan fyri Kappingarráðið