Avtalan millum Trygd og TF fingið treytaða góðkenning
Frá Kappingarráðsfundi tann 16. desember 2008
Kappingarráðið hevur tann 16. desember 2008 avgjørt at góðkenna avtalu millum P/f Trygd og Tryggingarfelag Føroyar P/f (TF). Kappingarráðið treytar sær tó, at P/f Trygd sendir kundum sínum skriv, har greitt verður tilskilað, at tað eru tvey tryggingarfeløg á føroyska marknaðinum, ið útbjóða tryggingar innan sjóvátryggingarøkið.
Orsøkin til avtaluna er, at P/f Trygd av givnum orsøkum hevur gjørt av fyribils at steðga við sjóvátryggingum innan vinnuliga rikin skip.
Kappingarráðið metir, at talan er um samanlegging sambært kappingarlógini, tí talan er um yvirtøku av einum virkisøki. Avtalan er tí viðgjørd við atliti at, um avtalan hindrar virknari kapping við tað, at ein marknaðarráðandi støða verður skapt ella styrkist.
Tá ið avtalan var fráboðað Kappingareftirlitinum, vóru tað bert avtalupartarnir, ið vóru á sjóvátryggingarmarknaðinum. Undir viðgerðini kom fram, at annað tryggingarfelag – Tryggingarmiðstøðin hf. – hevði fingið loyvið at virka í Føroyum.
Við støði í hesum metir Kappingarráðið, at grundarlag er fyri at treyta góðkenningina. Avgerandi fyri hesum sjónarmiði er, at Trygd hevur givið TF innlit í, hvørjar kundar talan er um, og tá ið tryggingarnar fóru úr gildið tann 31. desember 2008 var skotbráið sera stutt.
Eisini er tikið atlit at, um avtalan var sýtt, vildi hetta havt somu neiligu árin, sum um avtalan var góðkend uttan treytir.
Kappingarráðið er av teirri áskoðan, at ein treyta góðkenning í mesta mun gevur kappingarneytunum eins treytir á marknaðinum.
P/f Trygd hevur 22. desember 2008 góðtikið treytirnar, ið Kappingarráðið álegði í skrivi tann 19. desember 2008.
Kappingareftirlitið, tann 22. desember 2008