Avtalan millum Postverk Føroyar og Suðuroyar Sparikassa frítikin
Frá Kappingarráðsfundi tann 16. desember 2008
Kappingarráðið hevur tann 16. desember 2008 frítikið avtalu eftir § 8 í Kappingarlógini millum Postverk Føroyar og Suðuroyar Sparikassa.
Postverk Føroyar og Suðuroyar Sparikassi hava fráboðað Kappingareftirlitinum, at partarnir hava gjørt avtalu um samstarv, ið skal brúkast til at byggja upp og støðugt menna eina nýggja, sterka og virkna sølu- og útbreiðsluskipan fyri báðar partarnar. Talan er m.a. um, at Postverkið fær sítt undirstøðukervi til at veita fíggjarligar tænastur, so viðskiftafólk fáa atgongd til netbanka umframt ymisk gjaldkort, og at Suðuroyar Sparikassi viðvíkjandi giro fær møguleika fyri at økja um vavi av vanligu fíggjarligu tænastum sínum umvegis atgongd til størri skara av kundum. Samstarvið hevur við sær, at møguleiki er at menna nýggjar fíggjarligar tænastur, sum kunnu taka útgangsstøði í nýggju sølu- og útbreiðsluskipanini hjá pørtunum.
Kappingarráðið metir, at avtalan er fevnd av Kappingarlógini § 6, men avtalan lýkur treytirnar í § 8 fyri frítøku. Hetta m.a. tí, at avtalan fremur eina effektivari útbreiðslu av fíggjartænastum og fremur eina tøkniliga menning. Avtalan gevur pørtunum møguleika fyri at virka um alt landi, og harvið fær brúkarin ein val møguleika afturat teimum verandi tænastum á marknaðinum. Á henda hátt kemur hetta brúkaranum til góðar.
Niðurstøðan hjá Kappingarráðnum er sostatt, at avtalan hevur við sær tøkniliga menning, betri tænastustøði og størri úrval av tænastum til viðskiftafólk hjá Suðuroyar Sparikassa og Postverk Føroya. Tískil hevur Kappingarráðið avgjørt at geva frítøku sambært Kappingarlógini § 8.
Kappingareftirlitið 22. desember 2008