08.01.2014

Avtala millum Effo og Magn um felags veitan til Statoil AS er ikki fevnd av § 6 í kappingarlógini

P/f Effo og P/f Magn hava biðið Kappingareftirlitið um váttan sambært §9 í sambandi við avtalu partanna millum um felags veitan av gassolju til Statoil AS.

Statoil AS fer at bora í føroyskum sjóøki í 2014. Í hesum sambandi hevur Statoil AS biðið um tilboð uppá serliga gassolju frá føroysku oljufeløgunum. Føroysku oljufeløgini hava avgjørt at lata felags boð til Statoil AS. Avgerðin er grundað á, at feløgini ikki meta seg megna at veita umbidnu nøgdina hvør sær uttan at seta veitingartrygdina til aðrar partar av samfelagnum í vanda.

Kappingareftirlitið metir, at hesi viðurskifti gera at talan er ikki um eina avtalu, sum er fevnd av §6 í kappingarlógini og tí er eftir umbøn latin váttan sambært §9 í kappingarlógini.  

Les váttan her


Kappingareftirlitið