23.06.2016

Avkastið hjá oljufeløgunum

Í sambandi við at Kappingareftirlitið almannakunngjørdi frágreiðingina “Oljumarknaðurin í Føroyum – frágreiðing um søluna av brennievnum í Føroyum”, hava oljufeløgini funnist at ymiskum greiningum í frágreiðingini. Ein av høvuðsósemjunum er hvussu avkastið hjá oljufeløgunum er roknað.

Oljufeløgini hava víst á, at eftir tí útrokningarhátti sum Kappingareftirlitið hevur brúkt, so er avkastið hjá Magn fýra ferðir hægri enn hjá Effo. Oljufeløgini siga at hetta er prógv fyri at útrokningarhátturin er skeivur. Síðani er ákæra um at Kappingareftirlitið skal hava lagt hesi tøl saman fyri at fjala munin.

Í fyrsta lagi skal sigast, at Kappingareftirlitið hevur lagt tølini saman, tí vit samanbera vinnuna í Føroyum við vinnurnar í Danmark og Svøríki. Samanberingin er gjørd við tí endamáli, at staðfesta hvussu stórt avkastið er av einum virksemi í Føroyum í mun til sama virksemi í hinum norðurlondum. Útlendsku fyritøkurnar sum innganga í útrokningini av samlaða avkastinum í hinum norðurlondum hava eisini ymiskt avkast.

Í øðrum lagi skal vísast á, at útrokningshátturin er gjørdur eftir teimum tilmælum sum eru at finna í Finansforeningens “Anbefalinger & Nøgletal”, og at ein ríkisgóðkendur grannskoðari í Dansk Revision hevur gjørt útrokningina. Tað kann tí ikki sigast annað enn at Kappingareftirlitið er farið langt í síni roynd at tryggja at útrokningarnar eru rættar.

Oljufeløgini hava funnist at teimum rættingum sum eru gjørdar í sambandi við útrokningina av avkastinum.

Ríkisgóðkendi grannskoðarin hjá Dansk Revision hevur gjørt tvær rættingar – eina fyri goodwill og eina fyri uppskrivingar av fastogn.

Orsøkin til at rættingar eru gjørdar viðvíkjandi goodwill kemur av at útrokningin er gjørd í samsvar við Finansforeningens “Anbefalinger & Nøgletal 2015”. Í appendix VII í hesum bóklingi er ávíst at avkastið kann útroknast við ella uttan goodwill. Mælt verður til at rokna avkastið uttan goodwill, tá hyggjast skal eftir gongdini yvir fleiri ár, ella tá samanberingar skula gerast millum feløg.

Tá samanborið verður yvir tíð er alneyðugt at framhaldni eru í tølunum. Tvs. at roknskaparligu princippini eru tey somu ár undan árið. Broytast roknskaparligu princippini er kontinuitetsbrot, og tá er neyðugt at gera rættingar áðrenn samanberingar kunna gerast yvir tíð. Niðanfyri er brot úr ársroknskapinum hjá Magn fyri 2007 og 2008.

Ársroknskapur 2008

Ársroknskapur 2007

Tað framgongur sostatt av ársroknskapinum hjá Magn, at roknskaparligu princippini fyri partar av materiellu støðisognini eru broyttar í 2008. Talan er um eitt kontinuitetsbrot, ið hevur við sær at virðið á pørtum av matriellu støðisognini trýfaldast.

Grannskoðarin hjá Dansk Revision hevur tí mett at rættast var at afturføra hesar uppskrivingar, tí hetta var í grundini einasti møguleiki at samanbera avkastið hjá føroysku oljufeløgunum undan og eftir eigaraskiftið.

Oljufeløgini hava eisini funnist at samanberingargrundarlagnum. Tvær treytir liggja handan samanberingargrundarlagið. Í fyrsta lagi skal talið av fyritøkum verður somikið stórt, at tað minst svarar til 51% av marknaðinum, og í øðrum lagi skal talan verða um fyritøkur sum líkjast Magn og Effo, tvs. at tær skulu hava virksemi innan smásølu og heilsølu, og helst onki annað virksemi. Tað er tó greitt at ongar fyritøkur eru heilt eins. Sjálvt Magn og Effo eru ikki 100% eins, hóast at teir hava líka stóran marknaðarpart. Slik frávik vilja altíð vera. Um vit góðtaka at vit ikki kunna samanbera okkum við hini norðurlondini,  sum oljufeløgini hava ført fram, hvønn kunna vit tá samanbera okkum við?

At enda skal vísast á, at tað er gongdin í avkastinum sum serliga órrógvar Kappingareftirlitið og síðani støddin á avkastinum.

Uttan mun til um hugt verður eftir avkastinum, ella um hugt verður eftir bruttovinninginum hjá oljufeløgunum, ella um søluprísurin frádrigið avgjøld verður samanborin við tilsvarandi søluprís í øðrum londum, ella um søluprísurin frádrigið avgjøld verður samanborin við altjóða innkeypsprísin, so sæst sama gongd – ein hækking fer fram í 2008-9 og munurin fellur ongantíð aftur á støði undan eigarskiftinum.

Annars skal vísast á at tær atfinngingar, sum oljufeløgini nú seta fram í fjølmiðlunum, eru viðgjørdar í kapitul 12 í frágreiðingini.

Kanningin hjá Kappingareftirlitinum kann takast niður her

Kappingareftirlitið