02.11.2011

2. november: Kappingarráðið hevur góðkent yvirtøkuna hjá P/f Bygma Balslev av avísum ognum hjá P/f Fjarðahús

Kappingarráðið hevur á fundi tann 28. oktober 2011 góðkent yvirtøkuna hjá P/f Bygma Balslev av ávísum ognum hjá P/f Fjarðahús. Góðkenningin er givið treyta av at kappingaráseting verður fráfallin í søluavtaluni. Keyparin hevur mótvegis Kappingareftirlitinum váttað, at kappingarásetingarnar í upprunaliga sáttmálanum, millum keypara og seljara, verða strikaðar.

Kappingarráðið hevur avgjørt at góðkenna yvirtøkuna, tí mett verður ikki at virkna kappingin verður hindra av yvirtøkuni.

Les avgerð her


Kappingareftirlitið