Føroyski oljumarknaðurin
Prísurin á bensini, diesel og gassolju er seinastu 1-2 árini støðugt hækkaður, og orsøkirnar til hesa hækkan eru partvís Covid-19 og kríggið í Ukraina.
Covid-19 hevði við sær, at eftirspurningurin eftir orku, harundir oljuúrdráttum, fall munandi fram til byrjanina av 2020, tí samfeløg um allan heim vóru afturlatin. So hvørt sum Covid-19 avmarkingarnar vórðu tiknar burtur, vaks eftirspurningurin eftir orku aftur. Hetta hevði við sær, at orkuprísir yvirhøvur hækkaðu.
Síðani brast kríggj á í Ukraina, og hevði hetta við sær eina avmarking av útboðnum av gass og olju, og hevur hetta tí ført til, at prísirnir á olju eru hildnir fram at økjast.
Tað er tó altíð ein møguleiki - um virkin kapping ikki er á einum marknaði - at príshækkanir gerast hægri enn innkeypsprísir geva orsøk til.
Kappingareftirlitið staðfesti í frágreiðingini “Oljumarknaðurin í Føroyum – frágreiðing um sølu av brennievnum í Føroyum”, sum varð almannakunngjørd í 2016, at føroysku oljuprísirnir vóru høgir og at vantandi kapping helst var orsøkin.
Kappingareftirlitið mælti tá til at skapa umstøður fyri betri kapping, við at áleggja verandi oljufeløgum eina samhandilsskyldu í sambandi við heilsølu av olju. Hetta vildi gera tað lættari hjá nýggjum feløgum at koma inn á marknaðin fyri smásølu av olju.
Kappingareftirlitið hevur síðani frágreiðingina hildið eyga við føroysku oljuprísinum. Prísirnir eru dagliga tiknir niður av heimasíðuni hjá oljufeløgunum, og við millumbilum samanbornir við viðkomandi samanberingar grundarlag.
Nú oljuprísirnir eru alsamt frammi í fjølmiðlunum, hevur Kappingareftirlitið valt at leggja tey hagtøl fram, sum Kappingareftirlitið hevur í varðveitslu.
Í fyrstu syftu er talan um ávikavist prísgongdina á bensin, diesel og gassolju, sum verða samanborin við prísgongdina á Brent ráolju. Talan er um hagtøl, sum leypandi verða dagførd á heimasíðuni.
Kappingareftirlitið fer at leggja meira tilfar út seinni.
Hagtølini eru at síggja á fylgjandi leinkjum: